Síðani 2003
Trucker Festivalurin varð hildin fyrstufer í juli 2003, úti í Runavík.Síðani tá hevur festivalurin verið hvørt ár tey fyrsu 6 árini, og síðani er okkurt árið farið framvið uttan Trucker Festivalin.
Í 2007 fluttu vit tiltakið til Klaksvíkar, har vit høvdu tiltakið samstundis sum Norðoyastevnan var.Vit hava havt okkurt sum er nokkso serstakt á Festivalinum, so sum bilar frá útlandinum. Her kunnu vit nevna bilin hjá Carsten Nielsen sum var við í 2009 og Henrik Kofoed í 2010
Í 2015 fór Trucker Festivalurin til Sørvágs at vera, og eftir at festivalurin í nøkur ár hevur verið heldur minni í vavi, og als ikki í 2024, hava upprunaligu fyriskipararnir tikið um endan í 2024, tá Leif Eliasen tók yvir festivalin aftur, har Theodor E. Solbakk er komin uppí sum skipar saman við Leif
Endamálið tið tiltakinum
Endamálið við Trucker Festivalinum er, at skapa eitt hugnaligt umhvørvið, har tað er møguligt hjá fólkið at síggja ymsik sløg av lastbilum, maskinum og kranum osv. Málið er, at tað skal vera ókeypis fyri tey ið koma at hyggja, ímeðan sjálvir luttakarnir gjalda fyri at vera við í kapping og ørðum sum skipað verður fyri.



